Kommunur bjóða skeið í familjumenning

Kommunur bjóða skeið í familjumenning
MEA er eitt hús fyri familjumenning, sum bjóðar skeið til familjur m.a. um parlag og foreldrasamstarv eftir skilna
 
19.02.2023 - 09:48


Alsamt fleiri kommunur hava síðstu tíðina gjørt avtalu um samstarv við MEA, sum er húsið fyri familjumenning.

Síðstu kommunurnar eru tær í Vágum - Sørvágs kommuna nú um dagarnar og Vága kommuna í desember.

Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp til at styrkja um familjulívið.

Avtalurnar, sum verða gjørdar við kommunurnar, eru eitt víðkað tilboð til borgararnar og eru eisini fevndar av avtaluni millum Almannamálaráðið og MEA.

Øll pør, sum gerast foreldur fyri fyrstu ferð, fáa ókeypis parskeið, og eisini fáa foreldur, sum eru farin hvør til sítt, foreldraskeið.  

Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, sigur, at MEA vil styrkja tann einstaka, familjuna, parlagið og foreldrasamarbeiðið eftir møguligan skilnað.

MEA bjóðar eitt víðkað skeiðstilboð, so foreldur millum annað kunnu fáa amboð til, hvussu tey best kunnu samstarva um børnini, tá ið talan er um hjúnaskilnað ella samlívsslit.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025