Hagstovan: Størri vøkstur her enn í grannalondunum

Hagstovan: Størri vøkstur her enn í grannalondunum
Høvuðstølini í tjóðarroknskapinum eru á fyrsta sinni gjørd upp í føstum prísum
Afturgongd var í føroyska búskapinum í 2009 og 2010, men í 2011 vendist afturgongdin til stóra framgongd.
Mynd: Hagstovan  
 
28.02.2023 - 10:24

Veruligi, reali, búskapavøksturin í Føroyum var 5,6 prosent í 2021.

Hann var 2,6 prosent í miðal frá 2008 til 2021.

Stórur búskaparvøkstur hevur verið í Føroyum eftir fíggjarkreppuna í 2009. 

Og størri vøkstur er her enn í grannalondunum, skrivar Hagstovan.

Høvuðstølini í tjóðarroknskapinum eru á fyrsta sinni gjørd upp í føstum prísum. 

 

 

Tað ber tí til at máta realvøksturin í føroyska búskapinum og sammeta hann við gongdina í búskapinum í øðrum londum frá 2009 til 2021.

Eins og í nógvum øðrum londum var føroyski búskapurin fyri veruligari, realari, afturgongd í 2009 og 2010.

Men í 2011 vendist afturgongdin til stóra framgongd. 

Koronufarsóttin ávirkaði árið 2020, tá búskapurin var fyri afturgongd, men hann fótaði sær longu aftur í 2021. 

  ;


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483