Eysturgrønland er avbyrgt

Eysturgrønland er avbyrgt
Borgarar í Eysturgrønlandi eru avbyrgdir, samanborið við borgarar í Vesturgrønlandi, og tí eru teir ikki partur av politisku dagsskránni.
Ulunnguaq Markussen hevur skrivað phd-ritgerðina, ið staðfestir, at borgarar í Eysturgrønlandi eru avbyrgdir, samanborið við borgarar í Vesturgrønlandi
 
04.03.2023 - 18:35

Hetta er niðurstøðan í eini phd-ritgerð, sum byggir á gransking í Eysturgrønlandi, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

– Tí eiga politikararnir at rakna við og alt fyri eitt taka støðu til, um Eysturgrønland skal skipast sum egin kommuna.

Tað sigur Lars Poulsen, sum situr í grønlendska landstinginum og sjálvur er úr Kulusuk.

– Eg havi í fleiri ár hugsa um støðuna hjá Eysturgrønlandi í kommununi og viðurskiftini í kommununi í dag, sigur hann.

Sett til síðis
Ulunnguaq Markussen, sum hevur skrivað phd-ritgerðina, hevur tosað við fleiri eysturgrønlendingar, sum siga, at hóast teir eru í somu kommunu sum høvuðsstaðurin, Nuuk, so hava teir hvørki havt somu menning ella sama arbeiðsmarknað síðani kommunusamanleggingina í 2009.

Elise Uupi Kuitse, sum býr í Tasiilaq, sigur, at har hevur einki byggivirksemi verið í fleiri ár og tí heldur ikki fleiri arbeiðspláss.

– Vit kenna okkum sett til síðis, tí hóast mong ongan bústað hava, verða eingir nýggir bygdir. eg eri vís í, at vit høvdu havt minni arbeiðsloysi, um fleiri bústaðir vóru tøkir, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343