- Tíðindi, mentan og ítróttur
FMA 2023: Tilnevningarnar til ársins spíra
Leygarkvøldið 11. mars verður Faroese Music Awards (FMA), har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað, hildið fyri tíggjunda ár á rað. Hósdagin 2. mars vóru tilnevningarnar í teimum sjey bólkunum avdúkaðar.
Fyri fyrstu ferð verður virðisløtin latin fyri ársins spira. Ársins spíri er ein persónur, verkætlan ella bólkur, sum fyri fyrstu ferð hevur gjørt vart við seg á tónleikapallinum í 2022.
Viðkomandi nýtist ikki at vera nýggjur á tónleikapallinum, og virðislønin er ikki tongd at aldri, men bólkurin og/ella samanhangurin skal vera nýggjur.
Hesi eru tilnevnd sum ársins spíri 2022:
RSP
Undirgrunds-hiphoppararnir RSP úr Havn hava livað eitt friðarligt lív í tónlistarligu undirgrundini, inntil teir komu upp undan yvirflatuni í tónleikakappingini Sement í Reinsarínum í fjør. Luttøkan í Sement setti veruliga unga bólkin á føroyakortið.
Tónleikurin hjá RSP hevur einki filtur. Hann er ráur og ósminkaður. Og tað ger hann til nakað serligt. RSP rappar um skuggasíðurnar av samfelagnum, og teir tora væl at seta orð á tað, ið onnur ikki tosa um.
Tað eru teir tríggir, Heini Ronnason á Heygum, Steingrímur Hallsson og Bjarki Jónasson, sum manna RSP. Á Havnargøtum eru teir kendir sum Ronnason (R), Stoney (S) og Popparin (P).
Í summar góvu teir eisini út lagið "Send mær meira pengar", sum at kalla gjørdist summarhittið 2022. Og nú eru teir so tilnevndir ársins spíra 2023.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Æðrasoppar
Eyðfinn Bogason Lamhauge, Dania O. Tausen og Trygvi Danielsen eru saman Æðrasoppar.
Æðrasoppar byrjaði sum eitt hugfostur hjá Eyðfinni, men gjørdist síðani eitt tónlistarligt kollektiv, tá hann møtti Daniu og Trygva. Men nú er Æðrasoppar ein ordiligur bólkur, ið skal á tónleikaferðir uttanlands.
Tónleikurin hjá Æðrasoppum verður lýstur sum "óhugnaliga kerligur, deiliga vemmiligur og frískliga awkward".
Æðrasoppar (Dada, Sóljudrongur og Ayphin) hava ætlanir um at yvirtaka føroyska jazzpallin.
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Ari Hammer Joensen
"17 ára gamalt stórtalent bleiv organistur av tilvild". Hetta var yvirskriftin í stubba um Ara Hammer Joensen í 2021. Nú er hann skjótt 19 ára gamal og ikki minni gávuríkur.
Gongur tú fram við Vesturkirkjuni okkurt kvøldið, so kann tað vera, at tú hoyrir orglið runga innanfyri.
Ari Hammer Joensen hevur lært til organist, og hann er vorðin ein umbiðin harri, tá brúk er fyri organisti til ymisk høvi.
Ari Hammer Joensen í Vesturkirkjuni.
Eyði Højsted Horsdal
Eyði Højsted Horsdal er 29 ára gamal og úr Hoyvík.
Hann hevur lokið fleiri tónleikaútbúgvingar úr fleiri londum og starvast sum tónleikalærari í Suðuroy og á Musikkskúlanum í Havn.
Fyri stuttum læt Eyði út sítt fjórða staklag, sum eisini verður á fyrstu heildarútgávuni "Songs with Eva", sum kemur út 24. mars. Eftir ætlan skal hann hava fleiri útgávukonsertir síðst í mars.
Eyði Højsted Horsdal gevur út sína fyrstu heildarútgávu 24. mars. Mirjam Jørgensen hevur gjørt myndprýðingina.
iKai
iKai gera heimagjørt jazz-pop. Teirra endamál er at samantvinna einfalt indie-pop lagsmíð við fløkjasligt jazz-undirspæl. Tey skriva og arrangera sín tónleik í felag.
Benjamin Tausen, Elin Maria Hansen og Eyðlín Patursson á Rógvu manna iKai.
Tey fýra hava sín heilt egna tónlistarliga stíl, sum ikki er hoyrdur áður í Føroyum.
Ungi bólkurin vann í yngra aldursbólkinum til og við 17 ár í tónleikakappingini Stella Polaris 2022.
iKai. Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré