- Tíðindi, mentan og ítróttur
FMA 2023: Tilnevningar til ársins kompositión
Leygarkvøldið verður Faroese Music Awards aftur, har bestu føroysku tónleika-avrikini verða heiðrað.
10 virðislønir verða latnar. Tríggjar verða avdúkaðar á kvøldinum, meðan sjey virðislønir hava tilnevningar.
Ein av teimum sjey virðislønunum við tilnevningin er ársins kompositión, og í ár eru fimm verk í uppskoti til hesa virðisløn.
Kári Jacobsen: Vælsignaðir barnaskógvar
Á útgávuni Rangvørg eru fýra løg. Eitt teirra er "Vælsignaðir barnaskógvar". Urd Johannesen hevur skrivað tekstirnar - yrkingar, sum hon í fyrstu syftu legði út á sosialar miðlar, tá korona var í hæddini á vári í 2020.
Útgávan í síni heild er eisini tilnevnd heiðurin sum ársins tekst. Meðan kompositiónin av lagnum "Vælsignaðir barnaskógvar" er í uppskoti sum ársins kompositión.
Dómsnevndin skrivar millum annað um kompositiónina, at talan er um ein leikandi kamarmusikalskur lættleika, sum er yvir løgunum, ið Kári Jacobsen hevur skrivað til yrkingarnar hjá Urd Johannesen. Løgini hjá Kára fanga eisini tann gerandisligt poetiska observansin í tekstunum.
Í so máta vísir Kári Jacobsen eina greiða tónlistaliga fatan og tulking av óbundna skaldskapinum í sínum løgum. Eitt talandi dømi um hetta er vakra og ljósa lagið ‘Vælsignaðir barnaskógvar’, har Kári Jacobsen sjálvur hevur undirspælið, meðan sopranurin Birita Poulsen syngur.
Tú kanst hoyra lagið her:
Madsen & Egilstrøð: Beinta ‘Departure'
‘Departure’ er finalan á verkinum/útgávuni BEINTA - A Symphonic Song Cycle, ið Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Allan Gravgaard Madsen hava tónsett.
Dómsnevdnin skrivar millum annað um verkið, at tað sameinir klassiska tónsetingarlist, sangskriving, populertónleik og íblástur úr elektronisku ljóðverðini.
BEINTA varð frumframført á Spot Festivalinum í Aarhus í 2016, tá Aarhus Unge Tonekunstnere bíløgdu tað frá teimum báðum Egilstrøð og Madsen.
Nýggja heimsfruminnspælingin er útgivin á Dacapo Records, ið er fremsta danska plátufelag fyri klassiska og nýggja tónsetingarlist.
Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð syngur, Aarhus Symfoniorkester leikar og týski Andreas Delfs stjórnar.
Lagið kann hoyrast her:
Klingra: Eitt minni
Klingra er eitt nýtt samanspæl við føroyskum, norðurlendskum og latviskum limum. Fimm stakløg eru útgivin, og eftir ætlan kemur heildarútgávan "Eftir" út í hesum árinum. Í november gav bólkurin út næsta staklagið "Eitt minni".
‘Eitt minni’ er ein kensluborin og huglagsrík klaver kompositión við eini rørandi upptøku av einum 94 ára gomlum sjómanni, ið greiddi frá lívinum á havinum, stutt áðrenn hann andaðist. Her verður greitt frá um eina vanlukku á vesturstrondini í Grønlandi í 1956, har eitt skip sakk, og fjúrtan mans doyðu.
Dómsnevndin skrivar millum annað um verkið, at føroyska kollektivið Klingra, ið eisini telur norðurlendskar limir, arbeiðir við stillførum tónleiki, har pláss er fyri royndum við tí grundleggjandi og kensluhugaða innan huglagsríkan popp, klassiskt og elektroniskan íblástur.
Lagið kann hoyrast her:
Yggdrasil og Vera Kondrateva: Timint Areh ‘Ischki’
Yggdrasil er ein stovnur í føroyskum fólkatónleiki og jassi. Kristian Blak hevur verið leiðari øll árini. Afturat sær hevur hann ein skiftandi hóp av dugnaligum tónleikarum og samstarvarum úr bæði Føroyum, norðurlondum og arktisku regiónini.
Dómsnevndin skrivar millum annað um lagið ‘Ischki’, at tað er eitt talandi sterkt dømi um arktiskt samstarv við føroyskum undirspæli og sibiriskum sangi, ið Vera Kondrateva stendur fyri.
Lagið kann hoyrast her:
Oddur Joensen: ‘Jazzmanian Devil’
Unga jassgittartalentið Oddur Joensen eyðmerkir seg við instrumentalum jassi við filmiskum dámi.
Dómsnevndin skrivar millum annað um tilnevndu kompositiónina, at við lagnum við frálíka heitinum ‘Jazzmanian Devil’ er talan um tónar við íblástri úr manouche jassi, t.e. jassur a la tað slagið, ið jass gittarleikarin Django Reinhardt og jass violinleikarin Stéphane Grapelli dugdu at fáa sving burturúr fyri mongum árum síðani.
Lagið kann hoyrast her: