Størri ferðsla í undirsjóvartunlunum í februar

Størri ferðsla í undirsjóvartunlunum í februar
Í Eysturoyartunlinum vóru akførini í rundum tølum í miðal 5.300 um samdøgrið
Í februar koyrdu umleið 150.000 akfør í Eysturoyartunlinum.
 
07.03.2023 - 08:29

Størri ferðsla var í øllum trimum undirsjóvartunlunum í februar enn í januar.

Í Eysturoyartunlinum vóru akførini í rundum tølum í miðal 5.300 um samdøgrið. 

Bara tveir mánaðir hava verið betri, síðani gjaldskipanin kom, tað vóru september og november í fjør.

Í januar í ár vóru akførini sløk 5.000.

Í Norðoyatunlinum vóru 3.800 akfør í miðal í februar og 3.500 í januar.

Eisini í Vágatunlinum vóru fleiri akfør í februar. 2.300 í februar og 2.200 í januar.

Mánaðarliga ferðslan í februar var 64.800 akfør í Vágatunlinum, 106.600 í Norðoyatunlinum og 150.000 í Eysturoyartunlinum.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 040726
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360