Rætturin viðger rúsevnismál

Rætturin viðger rúsevnismál
Ákæruvaldið krevur, at báðir danirnar fáa somu revsing, sum føroyingurin fekk í málinum, t.e. eitt árs fongsul
Ein 29 ára gamal føroyingur er dømdur eitt árs fongsul í sama máli, sum rætturin viðger í dag. (Savnsmynd)
 
18.01.2024 - 15:05

Føroya rættur viðger í dag eitt rúsevnismál.

Tveir danir eru ákærdir fyri at hava verið við til at smugla 87 gramm av kokaini til Føroya í september í fjør.

Ein 29 ára gamal føroyingur er longu dømdur í málinum. 

Hann fekk eitt eitt árs treytaleysa fongsulsrevsing.

Føroyingurin var í Føroya rætti dømdur fyri at hava smuglað 87 gramm av kokaini og umleið 50 gramm av hassji. Hann játtaði seg sekan, og málið var tí viðgjørtt sum játtanarmál.

Ákæruvaldið krevur, at teir báðir danirnir fáa somu revsing sum føroyingurin, eitt árs fongsul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392