Stór ítróttaráðstevna í Føroyum

Stór ítróttaráðstevna í Føroyum
Fyrst í februar verður stór ítróttaráðstevna í Føroyum undir heitinum "Børnini, breiddin og tey bestu - hvat kunnu vit í Føroyum"
Føroyska ítróttaliðið á Oyggjaleikunum í Guernsey í summar
 
22.01.2024 - 15:24

Føroyar hava nógvan ítrótt, nógvar íðkarar og nógva gransking í ítrótti og rørslu.

Tí skipa ÍSF og Fróðskaparsetrið í felag fyri stórari ráðstevnu um børn og ítrótt og týdningin av rørslu alt lívið, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.


Býtt upp í tríggjar partar

Á ráðstevnini, sum hevur fingið heitið "Børnini, breiddin og tey bestu – hvat kunnu vit í Føroyum?", verður dentur lagdur á trý ymisk evni.

Fyrsti partur snýr seg um barnaítrótt og ítrótt innan skúlagátt. Annar partur snýr seg um samstarv millum ítrótt og heilsuverkið - og ítrótt sum heilivág. Triði og seinasti partur snýr seg um tey, sum íðka úrvalsítrótt. Eitt nú fáa vit eitt boð upp á spurningin: Hvat er tað, sum vit kunnu í Føroyum, sum man ikki kann aðrastaðni?

Tað verða í høvuðsheitum føroyskir granskarar, sum fara at hava fyrilestrarnar og leggja sína vitan fram. Útgangsstøði verður tí sum heild tikið í føroyskum viðurskiftum. Hartil verða eisini tveir útlendskir granskarar við, umframt umboð fyri ÍSF og Setrið.


Góð føroysk gransking

Magni Mohr, professari í ítrótti á Setrinum, sigur, at tað er nógv viðkomandi vitan um rørslu í Føroyum, tí vit hava, sum frá er liðið, fingið eitt granskingarumhvørvi við nógvum granskarum á hesum økinum.

- Harafturat eru eisini mong fólk í Føroyum, sum onkursvegna hava við íðkarar, ítrótt ella rørslu at gera. Bæði í ítróttarlívinum, skúlanum ella heilsuverkinum. Vit vilja fegin savna øll hesi fólkini og greiða teimum frá pørtum av tí vitan, sum føroyskir granskarar hava funnið fram til, sigur Magni Mohr.

Ráðstevnan er ætlað feløgum, sambondum, kommunum, landsmyndugleikum, myndugleikum, sum varða av ítrótti og av fólkaskúlum - og fólki á heilsuøkinum. Eisini er opið fyri almenninginum.

Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, vónar, at ráðstevnan fer at savna øll tey, sum so ella so fáast við íðkarar, ítrótt ella rørslu í Føroyum.

- Vit vita, at rørsla og ítróttur hava óteljandi fyrimunir við sær, bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið sum heild. Men spurningurin er, hvussu vit best arbeiða saman um rørslu og ítrótt – bæði land, kommunur, skúlar, heilsuverk og føroyskur ítróttur. Tað hevur týdning, at vit tosa um, hvussu vit skipa okkum best. Tí vóni eg, at ráðstevnan fær góða og breiða undirtøku, sigur Elin H. Joensen.

Ítróttarráðstevnan verður á Fróðskaparsetrinum í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn 2. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595