Sjóforhoyr um Kamb verður í næstu viku

Sjóforhoyr um Kamb verður í næstu viku
Føroya Rættur er farin at kanna, hvør og hvussu nógv vitni verða innkallað
Til slíkt sjóforhoyr er ein løgfrøðiligur dómari umframt tveir serkønir dómarar. (Savnsmynd)
 
07.02.2024 - 12:56

Sjóforhoyrið eftir vanlukkuna við Kambi verður væntandi týsdagin ella mikudagin í næstu viku.

Tað sigur Henrik Møller, sorinskrivari.

Føroya Rættur er nú farin undir at kanna, hvør og hvussu nógv vitni verða innkallað, sigur hann.

Talan verður helst um í øllum førum ein part av manningini á Kambi.

 

Eisini serkønir dómarar

Til slíkt sjóforhoyr er ein løgfrøðiligur dómari umframt tveir serkønir dómarar. Teir serkønu vera helst ein skipsførari og ein maskinmeistari, sigur Henrik Møller.

Enn er ikki vist, hvussu drúgv tíð verður sett av til sjóforhoyrið, tí tað veldst millum annað um, hvussu nógv vitni verða innkallað at greiða frá.

Sjóforhoyrið er alment.

 

Sjóvinnustýrið bað um forhoyr

Tað var Sjóvinnustýrið, sum bað Føroya Rætt um at skipa fyri sjóforhoyri, og hevur eisini heitt á donsku Skaðanevndina um at koma til Føroya í sambandi við kanningararbeiðið.

Skaðanevndin kemur til Føroya í dag, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809