MRCC: Givnir at leita

MRCC: Givnir at leita
Leitingin eftir teimum báðum monnunum, sum hava verið saknaðir síðan 6. februar, tá frystilíniskipið Kambur sakk, er nú steðgað.
Kambur sakk týsmorgunin 6. februar eftir at hava fingið ein sjógv. 14 av manningini blivu bjargaðir, men tveir eru ikki funnir aftur
 
11.02.2024 - 14:45

Frystilínuskipið Kambur fekk ein sjógv tann 6. februar, tá skipið var statt 15 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Skipið legði seg á liðina og sakk nakrar tímar seinni. 

14 av 16 mans vóru bjargaðir til lands, og leitað hevur síðani verið eftir tveimum monnum. Men klokkan 19 í gjárkvøldið komu boð um, at leitingin var steðgað.

Tjaldrið og Brimil leitaðu í allan gjár til klokkan 19 í gjárskvøldið og fyrradagin var somuleiðis eitt flogfar við í leitingini, upplýsir MRCC. 

- Tjaldrið og Brimil eru í løtuni staddir ávikavist vestan fyri Suðuroynna og Sandoynna, har man heldur eyga við um okkurt er, men tað er ikki skipað leiting longur, sigur vakthavandi á MRCC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265