Rógvi á Rógvu starvsløn í eitt ár

Rógvi á Rógvu starvsløn í eitt ár
Sjey umsøkjarar hava fingið starvsløn í tríggjar mánaðir, 23 hava fingið starvsløn í tveir mánaðir, og 11 hava fingið í ein mánað
Rógvi á Rógvu hevur fingið starvsløn í eitt ár. (Savnsmynd)
 
13.02.2024 - 14:28

Mentanargrunnur Landsins hevur játtað Rógva á Rógvu, tónleikara, starvsløn í eitt ár.

Durita Dahl Andreasen, sjónleikari, hevur fingið starvsløn í eitt hálvt ár.

Sjey umsøkjarar hava fingið starvsløn í tríggjar mánaðir, 23 hava fingið starvsløn í tveir mánaðir, og 11 hava fingið í ein mánað.

Hesi hava fingið starvsløn

 

102 umsóknir

Mentanargrunnurin fekk 102 umsóknir um starvsløn, og søkt var um slakar 43 milliónir krónur. Av hesum játtaði grunnurin 43 umsøkjarum starvsløn, og latnar vóru 96 mánaðarlønir fyri góðar 3,1 millión.

Fýra umsøkjarar hava fingið játtað íverksetanarstuðul, sum er 600.000 krónur.

Tey eru Jákup Dahl, Franklin Symphor Henriksen, Heini Ragnarsson og Helga Djurhuus.

15 umsøkjarar vóru um íverksetanarstuðul.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820