Aaja Chemnitz: Ein vanlukka um Russland fer úr Arktiska ráðnum

Aaja Chemnitz: Ein vanlukka um Russland fer úr Arktiska ráðnum
Russland gevst at rinda til Arktiska ráðið, men fer ikki úr ráðnum nú
Aaja Chemnitz, fólkatingskvinna fyri grønlendska flokkin IA.
 
15.02.2024 - 15:35

Tað kemur ikki óvart á grønlendska fólkatingslimin Aaju Chemnitz, at Russland fyribils gevst at rinda gjald at fíggja Arktiska ráðið.

Hesum hevur Russland hótt við fyrr.

Men tað verður ein vanlukka, um Russland fer úr Artiska ráðnum, sigur folkatingslimurin fyri IA, sum eisini er forkvinna í Den Arktiske Parlamentariker Komité í fólkatinginum.

Tað sigur hon við danska kringvarpið.

 

Taka seg ikki úr ráðnum

Í gjár tók Russland avgerð um fyribils at gevast við at gjalda til Arktiska ráðið. Hetta skal vera, til ráðið fer undir aftur 'veruligt arbeiði' saman við øllum limunum.

Russiska stjórnin útihýsir ikki møguleikanum fyri heilt at taka seg úr ráðnum, men tað verður ikki nú.

Viðurskiftini millum onnur lond í Arktiska ráðnum og Russland broyttust, eftir at Russland fór í kríggj við Ukraina tíðliga í 2022, tá ið Russland hevði formansskapin í ráðnum.

Síðani innrásina er virksemið í ráðnum minkað nógv.

 

Russland eigur helvtina

Russland eigur okkurt um helmingin av økinum kring Arktis, og tí er tað ein vanlukka, um Russland tekur seg úr ráðnum, sum hótt verður við.

- Russland hevur ein avgerandi leiklut í Arktis, og tað hevur stóran týdning, at Russland framhaldandi fer at hava tað, sigur Aaja Chemnitz.

Umframt Russland, eru USA, Kanada, Ísland, Danmark, Svøríki, Finnland og Noreg limir í Arktiska ráðnum.

Næsta ár fær Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum, og Aaja Chemnitz hevur hesi ráð um framhaldandi samstarv:

 

15022024_Arktis


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329