Bill kann ikki umboða Fólkaflokkin sum varamaður

Bill kann ikki umboða Fólkaflokkin sum varamaður
Hóast hann hevur skift flokk, umboðar Bill Justinussen Miðflokkin, um hann verður varamaður í tinginum
Kemur Bill Justinussen í tingið sum varamaður, umboðar hann Miðflokkin, hóast hann er farin upp í Fólkaflokkin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.02.2024 - 12:15

Bill Justinussen, sum fór úr Miðflokkinum í Fólkaflokkin, kann ikki umboða Fólkaflokkin í løgtinginum, verður hann biðin um at vera varalimur har.

Bill Justinussen var triði maður hjá Miðflokkinum á løgtingsvalinum í 2022.

Hann er tí varalimur hjá Jenisi av Rana og Steffani Klein Poulsen, tingmonnum.

 

Situr í sessinum hjá Miðflokkinum

Biður annar av teimum um at fáa varalim inn, kann Bill Justinussen taka av, men hann situr tá í sessinum hjá Miðflokkinum í løgtinginum.

Hóast hann eigur tingsessin, kann hann ikki umboða Fólkaflokkin í hesum valskeiðinum.

Hann kann eisini siga nei, og tá verður fjórða valevnið á listanum hjá Miðflokkinum boðsent. Tað er Rósa Tyril Gaardlykke.

 

Fordømi

Eitt fordømi var í mars í 2022.

Tá vóru Jógvan Skorheim og Terje Vestergaard varalimir hjá Sjálvstýri.

Men teir vóru farnir úr flokkinum og vildu ikki fara í løgtingið sum sjálvstýrismenn.

Teir vóru tó ikki farnir í annan flokk.

Tá kom so fjórði maður á listanum hjá Sjálvstýri, Sámal Petur í Grund, í løgtingið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527