Innflutningurin minkaði 400 milliónir í fjør

Innflutningurin minkaði 400 milliónir í fjør
Innflutningsvirðið á brennievni minkaði meira enn hálva milliard
Innflutningurin minkaði í fjør. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
19.02.2024 - 11:20

Innflutningurin í fjør var umleið 400 milliónir kr. minni enn árið fyri, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Vit innfluttu vørur fyri 11,8 milliardir krónur, og tað eru 3,3 prosent minni enn í 2022, tá innflutt var fyri slakar 12,2 milliardir krónur. 

Brennievnið er vorðið bíligari, og í fjør minkaði innflutningurin av brennievni 530 milliónir kr., ella góð 23 prosent. 

Hinvegin vaks innflutningurin av rávøru til fiskavirking og av tilfari til hav- og landbúnað, avikavist 226 milliónir krónur og 135 milliónir.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360