Mæla til at strika kravið um talgilda TAKS-uppgerð

Mæla til at strika kravið um talgilda TAKS-uppgerð
Ivamál er millum annað um heimildina at geva teimum sekt, sum ikki lata inn talgilt, sigur meirilutin í fíggjarnevndini
Meirilutin í fíggjarnevndini mælir til at koma við uppskotinum um talgilding saman við øðrum møguligum broytingum í meirvirðisgjaldslógini seinni í ár. (Savnsmynd)
 
21.02.2024 - 08:22

Meirilutin í fíggarnevndini, samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin, mælir til strika kravið, um at lata TAKS-uppgerðina um meirvirðisgjald talgilda. Fíggjarmálaráðið eigur uppskotið.

Í triðja ársfjórðingi í fjør vóru 4.805 mvg-uppgerðir.

323, sjey prosent, vóru ikki talgildar.

Ivamál er millum annað um heimildina at geva teimum sekt, sum ikki lata inn talgilt, sigur meirilutin í fíggjarnevndini.

Meirilutin mælir til at koma við uppskotinum um talgilding saman við øðrum møguligum broytingum í meirvirðisgjaldslógini seinni í ár.

Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum og Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum taka undir við meirilutanum um talgildingina.

 

Landsstýrið skjýtur upp stigvíst at minka afturberingina av meirvirðisgjaldinum til hitapumpur. (Savnsmynd)

 

Hitapumpur

Teir halda um afturberingina av meirvirðisgjaldinum fyri hitapumpur, at nú kann grøna orkuskiftið fremjast uttan so nógvan stuðul úr landskassanum.

Beinir Johannesen heldur, at hálvt endurgjald fyri meirvirðisgjald fyri hitapumpur skal latast næsta ár, og frá 2026 einki endurgjald.

Uppskotið hjá landsstýrinum er, at í 2025 vera 75 prosent av meirvirðisgjaldinum afturgoldin, í 2026 50 prosent, í 2027 25 prosent og síðani einki.

Steffan Klein Poulsen heldur ikki, at afturberingarskipanin til hitapumpur skal leingjast eftir 2025. 

Fíggjarnevndin er samd um, at talgildir tíðindamiðlar skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532