- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elias flúgvandi í Kiel-stórsigri
Kiel var stórfavorittur undan dystinum ímóti Eurofarm Pelister í Champions League, og tað livdi týska stórfelagið væl og virðiliga upp til.
Ikki minst takkað verið Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum vísti spæl á høgum stigi í Wunderino Arena.
Sigurin staðfestur fyri steðgin
Heimaliðið streyk avstað beinanvegin, og føroyski spælskiparin gekk á odda. Tá eitt korter var spælt, hevði Elias Ellefsen á Skipagøtu skotið fýra og lagt upp til fimm mál og Kiel var á odda 11-4.
Hann legði tvey mál og eitt upplegg afturat í fyrra hálvleiki, sum endaði 19-10, og dysturin var í roynd og veru avgjørdur. Tað sást aftur eftir steðgin, tá hoyvikingurin viðhvørt sat uttanfyri.
Endaliga úrtøkan hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu var átta mál og seks upplegg, og tað tykist framvegis vera í Champions League, at føroyingurin trívist best og fær størst álit. Bert Niclas Ekberg hevur skotið meir mál enn tey 43, sum Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skorað í CL.
Topp-tvey nærum tryggjað
Við sigrinum kom Kiel upp á 18 stig og er framvegis fremst í sínum bólki, nú tveir dystir eru eftir í bólkaspælinum. Aalborg hevur 16 stig á 2. plássi, meðan Kielce og PSG hava 13 stig í part á 3. og 4. plássi. Tey bæði mangla kortini at spæla dyst innanhýsis.
Tvey tey fremstu liðini koma beinleiðis í fjórðingsfinalurnar, meðan liðini frá 3. til 6. pláss skulu spæla eitt umfar meir.
Óli Mittún og IK Sävehof taptu á heimavølli fyri Skjern, har føroyingurin skoraði fýra mál.
Evropa League: Hákun og Óli taptu - Jóhan vann
Týskvøldið spældu tríggir føroyingar í Evropa League. Hákun West av Teigum, Óli Mittún og Jóhan á Plógv Hansen.
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin høvdu kjansin at fara frá hinum, men taptu við einum máli á heimavølli fyri Sporting. Hákun West av Teigum fekk aftur evropeiska spælitíð og skeyt tvey mál.
Óli Mittún gjørdi eisini vart við seg, men IK Sävehof tapti við tveimum í Partille Arena fyri Skjern. Kviki bakspælarin skeyt fýra mál í tapinum, sum ger, at svenska liðið nú liggur á 3. plássi í sínum bólki.
Jóhan á Plógv Hansen skeyt trý mál fyri Flensburg í tryggum sigri á Vojvodina. Týskararnir eru fremst í sínum bólki við seks stigum.
Sunnudagin hittast Jóhan á Plógv Hansen og Hákun West av Teigum í stórdysti í Bundesliguni millum nummar eitt og nummar trý.