Russland slitið fiskiveiðuavtaluna við Bretland

Russland slitið fiskiveiðuavtaluna við Bretland
Orsøkin er, at Bretland hevur sett revsitiltøk í verk móti russarum sum hava ábyrgdina av fangaleguni, har Navalnyj doyði
Russland og Bretland hava havt fiskivinnusamstarv síðani 1956. (Savnsmynd)
 
23.02.2024 - 09:14

Russland hevur slitið fiskiveiðuavtaluna við Bretland, sum londini hava havt síðani 1956.

Hetta ger Russland, tí Bretland hevur sett í verk revsitiltøk móti seks russarum, sum hava ábyrgdina av fangaleguni, har sum Aleksej Navalnyj doyði.

Sambært fiskiveiðuavtaluni hava bretar havt loyvi til at fiska í Barentshavinum, við Kolanesið og oynna Kolgujev.

Men tað loyvi hava teir ikki longur.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025