- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óli og teir truplan útidyst
Óli Mittún og IK Sävehof spæla í dag Evropa League-útidyst ímóti Skjern, sum er oddalið í bólkinum.
Sävehof liggur á triðja plássi við trimum stigum, sum gevur playoff-pláss, meðan Skjern hevur seks stig á fremsta plássi og hevur beinleiðis kós ímóti fjórðingsfinalunum.
Nexe er nummar tvey við fimm stigum, og Gorenje er aftast við tveimum stigum.
Óli Mittún hevur skotið næstflest Evropa League-mál fyri svenska felagið hetta kappingarárið. Higartil hevur føroyski bakspælarin skorað 38 ferðir.
Hákun og revarnir vilja hava uppreisn
Hákun West av Teigum hevur spælt nógv í Evropa League í ár, og mest sannlíkt verður hann á vøllinum í Lissabon, har Füchse Berlin leitar eftur uppreisn ímóti Sporting.
Portugisar vunnu við einum máli í Max-Schmeling-Halle í síðstu viku og løgdu seg undir liðina á føroyingafelagnum. Bæði liðini hava seks stig undan dystinum í kvøld og kappast um fremsta plássið.
Dinamo Bucuresti og CSM Constanta eru nummar trý og fýra við tveimum stigum í part.
Jóhan og Flensburg stórfavorittar
Triðji føroyingurin í Evropa League er Jóhan á Plógv Hansen í Flensburg. Týskararnir vitja Vojvodina og mugu metast sum stórfavorittur ímóti liðnum, sum teir vunnu á í síðsta umfari.
Gera teir tað, koma teir upp á átta stig. Bjerringbro-Silkeborg og Kadetten Schaffhausen, sum spæla ímóti hvørjum øðrum, hava fýra stig í løtuni.