Føroya Pedagogfelag: Nýggj forkvinna

Føroya Pedagogfelag: Nýggj forkvinna
Sanna á Løgmansbø er nývald forkvinna hjá Føroya Pedagogfelag
Sanna á Løgmansbø, forfólk fyri Føroya Pedagogfelag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.03.2024 - 16:11

Við 1093 atkvøðum er Sanna á Løgmansbø nú forkvinna hjá Føroya Pedagogfelag.

Jógvan Philbrow, fyrrverandi forfólk, fekk 255 atkvøður. 

Sanna á Løgmansbø er leiðari á dagstovninum Birkilund í Havn, og Jógvan Philbrow hevur verið formaður í Pedagogfelagnum síðani 2015.

Talgilda atkvøðugreiðslan hjá Pedagogfelagnum, sum byrjaði 14. februar, endaði á middegi í gjár.

Meira enn 1.800 limir hava valrætt, og av teimum hava 74 prosent atkvøtt í talgildu atkvøðugreiðsluni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettup
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Hósdag 19. november
RagnarRokk 19.november 2026
216177
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565