Seinasti framløgudagur í dag

Seinasti framløgudagur í dag
Uppskot kunnu tó leggjast fram seinni, um minst 17 tingfólk siga, at tað er í lagi
Í dag er seinasti dagur at leggja fram uppskot, sum skulu viðgerast í hesi tingsetuni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.03.2024 - 08:16

Í dag er seinasti framløgudagur í hesari tingsetuni.

Uppskot, sum skulu viðgerast í tingsetuni, skulu leggjast fram í dag.

Uppskot kunnu tó leggjast fram seinni, um minst 17 tingfólk siga, at tað er í lagi. 

Í næstu viku verður eingin tingfundur.

Fyrstu viðgerðirnar vera í vikuni, sum byrjar 18.mars. Í teirri vikuni verður tingfundur hvønn yrkadag.

Síðani vera tingfundir aftur 11. og 12. apríl.

Tingfundurin í dag er kl.13.00.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860