Arbeiðsgevarar: Allar stuðulsskipanir eiga at verða tiknar av

Arbeiðsgevarar: Allar stuðulsskipanir eiga at verða tiknar av
Skal fiskavirkisskipanin kortini varðveitast, eiga somu treytir at vera fyri føroyingar og útlendingar, sigur Arbeiðsgevarafelagið
Høvdu fiskavirkini ikki útlendska arbeiðsmegi, hevði verið torført at hava tey gangandi, hevur ALS-stýrið fingið at vita. (Savnsmynd)
 
08.03.2024 - 14:24

- Allar stuðulsskipanir eiga at verða tiknar av, men skulu vit hava eina fiskavirkisskipan, mugu treytirnar vera tær somu fyri føroyingar og útlendingar, sum arbeiða í fiskavøruídnaðinum.

Tað sigur stjórin í Vinnuhúsinum, Niels Winther, sum í hesum føri umboðar Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú kanningar vísa, at fiskavirkisskipanin í størri mun verður nýtt til at útvega arbeiðspláss til útlendingar, sum eru komnir til Føroya at arbeiða gjøgnum snarskipanina - fast track:

 

Niels_1

 

Niels Winther. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sambært Búskaparráðnum, er fiskivirkisskipanin ein av fleiri stuðulsskipanum, sum eiga at verða tiknar av, tí skipanin fastheldur fólki í einari inneffektivari vinnu og minkar um búskaparvøksturin:

Men verður fiskavirkisskipanin tikin av, fer hetta óivað at fáa avleiðingar fyri fiskavirkini. 

- Vit hava spurt okkum fyri hjá fiskavirkjunum, og tey siga í summum førum, at høvdu tey ikki útlendingar, so høvdu tey ikki nóg mikið av fólki til at halda virkinum gangandi.

Soleiðis segði formaðurin í ALS-stýrinum, Eyðfinnur Jacobsen, við útvarpið í síðstu viku.

Hesum tekur Niels Winther undir við:

 

Niels_2

 

Kortini er tað órættvíst fyri aðrar vinnur, at fiskavøruídnaðurin hevur eina serskipan, heldur Niels Winther:

 

Niels_3

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532