Oljupeningur fer til grønt orkuskifti

Oljupeningur fer til grønt orkuskifti
Í sambandi við, at leitiloyvi vóru latin, skuldu oljufeløgini rinda víddargjald, 250 kr. fyri ferkilometurin
Peningurin, sum oljufeløgini lótu fyri at fáa loyvi at leita eftir olju í føroysku undirgrundini, skal nú brúkast til at gera jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við orkuskiftið
 
08.03.2024 - 11:51

Peningurin, sum oljufeløgini lótu fyri at fáa loyvi at leita eftir olju í føroysku undirgrundini, 250 krónur fyri ferkilometurin, skal nú brúkast til at gera jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við orkuskiftið.

Uppskot er um broytingar í lógunum um triðja útbjóðingarumfar og fjórða útbjóðingarumfar.

Í sambandi við, at leitiloyvi vóru latin, skuldu oljufeløgini rinda víddargjald, 250 kr. fyri ferkilometurin. 

Partur av teimum var markaður til at gera kravdar umhvørvisárinsmetingar í sambandi við kolvetnisvirksemi. 

 

Einki leitiloyvi síðani 2016

Men leitiloyvi hava ikki verið latin í føroyskum øki síðani 2016.

Og av tí at eingin kolvetnisframleiðsla enn hevur verið, verður hildið, at hesin peningurin fer at gera størri gagn, um hann verður nýttur til annað endamál, stendur í lógaruppskotinum hjá Vinnumálaráðnum.

Skotið verður tí upp, at peningurin kann gagnnýtast til at gera jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við orkuskiftið.

Góðar 8,3 milliónir krónur eru á kontu til endamálið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Undansending
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860