Landsrætturin stytti fongsulsrevsingina ein mánað

Landsrætturin stytti fongsulsrevsingina ein mánað
Maðurin, sum er í tríatiárunum, er dømdur fyri at hava havt samlegu við barn, yngri enn 15 ár
Føroya rættur dømdi mannin fongsulsrevsing í sjey mánaðir, men Landsrætturin stytti revsingina niður í seks mánaðir. (Savnsmynd)
 
14.03.2024 - 08:11

Ein maður var í Eystara landsrætti í gjár dømdur seks mánaðar fongsul fyri at hava havt samlegu við barn, sum er yngri enn 15 ár.

Maðurin, sum er fyrst í tríatiárunum, var ákærdur fyri nakrar ferðir at hava havt samlegu við gentu, sum var 13-14 ára gomul, fyri at filma tað og fyri at hava tilfarið í varðveitslu. 

Talan var ikki um neyðtøku.

Hetta skal vera hent í 2022, men var ikki meldað fyrr enn í fjør.

Maðurin noktar seg sekan í ákæruni.

Føroya rættur dømdi mannin sjey mánaðar fongsul, men Landsrætturin metti ikki, at málið var so grovt, at hann skuldi inn at sita í sjey mánaðir. 

Eystari landsrættur dømdi mannin hálvt árs fongsul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820