Nógvur roykur, men ikki nógvur eldur

Nógvur roykur, men ikki nógvur eldur
Eldurin í Pizza Number 1 í Vágsbotni kyknaði í køkinum
Einki fólk var inni, tá eldur kom í, og neyðugt var hjá sløkkiliðnum at bróta hurðina inn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2024 - 13:59

Eldurin, sum var í Pizza Number 1 í Vágsbotni í Havn um middagsleitið, er sløktur. Nógvur roykur var, men ikki nógvur eldur.

Politiið veit ikki at siga, hví eldur kyknaði í. Bygningurin er nú byrgdur av, meðan løgreglan ger kanningar.

Løgreglan sigur, at eldurin kyknaði í køkinum. 

 

Bygningurin er nú byrgdur av, meðan løgreglan ger kanningar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Einki fólk var inni í bygninginum, tá ið eldur kom í. Hurðin var stongd, og neyðugt var at bróta hurðina inn. 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað er bara sjálvt pitsaria, sum hevur fingið skaða, og ikki bygningarnir, sum standa tætt við.

Heldur ikki bygningurin í erva hevur fingið skaða, sambært løgregluni. Vakthavandi vísir tó ikki aftur, at nakað av roykskaða er. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860