EM-lutakastið verður í dag

EM-lutakastið verður í dag
Seinnapartin verður greitt, hvørjum føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla ímóti í EM-undankappingini. Føroyar eru í næstovasta styrkisbólki
Peter Bredsdorff-Larsen og hansara menn eru í næstovasta styrkisbólki undan lutakastinum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.03.2024 - 10:03

Føroyska manslandsliðið í hondbólti er í góðari støðu undan lutakastinum til EM-undankappingina, sum verður seinnapartin.

Føroyar eru í næstovasta styrkisbólkinum av fýra, og tað merkir, at landsliðið sleppur undan at spæla ímóti sterkum londum sum Serbia, Póllandi og Eysturríki, tá undankappingin verður næsta ár.

 - Tað hevur sjálvandi øgiliga nógv at siga fyri okkum, at vit eru fluttir ein styrkisbólk upp, tí tað ger okkara møguleikar so øgiliga nógv betri, tí vit sleppa undan teimum allarsterkastu londunum, segði hjálparvenjarin, Julian Johansen, við útvarpið, tá styrkisbólkarnir vórðu klárir fyri einum mánaða síðan.

EM-endaspælið í 2026 verður spælt í Danmark, Norra og Svøríki, og vertslondini hava fast pláss í endaspælinum. Harumframt hevur verandi meistarin, Frakland, eisini tryggjað sær pláss í kappingini. Kortini eru sterk lond sum Spania, Týskland og Ungarn í ovasta styrkisbólki.

Í triðja potti eru millum annað Belgia, Rumenia og Ukraina, sum Føroyar hava vunnið á á heimavølli. Í niðasta styrkisbólkinum er eitt av londunum Lettland, sum føroyska landsliðið vann á í januar 2022. 

Styrkismetingin byggir á úrslitini í EM 2024, har Føroyar vóru við í endaspælinum í Týsklandi, og HM 2023 og EM 2022, har føroyska landsliðið var við í undankappingini.

Lutakastið byrjar klokkan 15:30 í dag.

 

Styrkismetingin:

Pottur 1: Týskland, Spania, Ungarn, Ísland, Kroatia, Slovenia, Portugal, Niðurlond

Pottur 2: Eysturríki, Montenegro, Serbia, Pólland, Kekkia, Norðurmakedonia, Føroyar, Grikkaland

Pottur 3: Bosnia Hersegovina, Slovakia, Belgia, Sveis, Rumenia, Litava, Ukraina, Italia

Pottur 4: Finnland, Ísrael, Estland, Georgia, Turkaland, Luksemborg, Kosovo, Lettland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089