Íbúðarbygging á Viðareiði

Íbúðarbygging á Viðareiði
Viðareiðis kommuna bjóðar nú út eitt 11.495 fermetra stórt øki til sølu, og ætlanin er, at tað skal brúkast til íbúðarbygging.
 
24.03.2024 - 16:37

- Vit ynskja at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað, og at útvega íbúðir er partur av hesi ætlan.

Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Sølan er skipað soleiðis, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar.

Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir, sigur Viðareiðis kommuna.

Freistin at lata inn tilboð er á middegi týsdagin 23. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532