Bora Húsareynstunnilin ígjøgnum um nakrar vikur

Bora Húsareynstunnilin ígjøgnum um nakrar vikur
117 metrar eru eftir at bora og spreingja
Húsareynstunnilin verður 1705 metrar langur. (Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)
 
26.03.2024 - 15:27

- 117 metrar eru eftir at bora av Húsareynstunlinum, sum gongur frá ovara parti av Villingadalsvegnum og út í Marknagil.

Tað sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.

- Ætlanin var at hava skotið seinasta skotið beint eftir páskir, men tað fer at taka eitt sindur longur tíð, so helst verður borað ígjøgnum einar tvær ella tríggjar vikur eftir páskir.

Húsareynstunnlin er størsta verkætlan í undirstøðukervinum hjá Tórshavnar kommunu, og fevnir hon um 9,2 kilometrar av vegi og ein 1705 metra langan tunnil.

Samstundis sum tunnilin verður gjørdur, verður vegurin frá Sandvíkahjalla og suður ígjøgnum Hoyvíkshagan til tunnilsmunnan á Villingadalsvegnum gjørdur, og til tað arbeiðið verður brúkt grót úr tunlinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334