Dómari gevur Trump munnkurv

Dómari gevur Trump munnkurv
Málið snýr seg um pengarnar, sum fyrrverandi forsetin skal hava givið einari pornostjørnu fyri at tiga
Donald Trump sleppur ikki úttala seg um nevningar, vitni ella starvsfólk. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
27.03.2024 - 08:26

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, sleppur ikki at úttala seg um nevningar, vitni ella starvsfólk í rættinum í einum máli, har hann er ákærdur fyri ólógliga bókføring um tilsamans næstan 900.000 krónur.

Dómarin í málinum um sonevndu “hússj-pengarnar”, sum kemur fyri rættin tann 15. apríl, hevur givið Trump munnkurv, skrivar Reuters-tíðindastovan.

Pengarnar hevur Donald Trump millum annað givið pornostjørnuni, Stormy Daniels, undan forsetavalinum í 2016, afturfyri at hon einki skuldi siga um, at tey bæði høvdu fjasast, hóast Trump var giftur.

Tað eru ákærararnir í málinum, sum hava biðið dómaran givið Trump munnkurv.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162