Skúlatímin skal vera telefonfríur

Skúlatímin skal vera telefonfríur
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- undirvísingarmálum, sum ætlar at geva fólkaskúlum boð um at gera reglur á økinum.
 
10.04.2024 - 12:48

- Skúlanir hava frælsi til at gera sínar egnu reglur í tí umhvørvi tey eru, og tí fari eg ikki at blanda meg í, men tey skulu í øllum førum hava ein politik, sigur Djóni Nolsøe Joensen, nú arbeiðið við at geva fólkaskúlum boð um reglur um fartelefonnýtslu hjá børnum í skúlatíð er farið í gongd.

Fartelefonin órógvar ov illa í skúlunum, og børnini hava trupult við at savna seg um at læra, tá okkurt plingar í lummanum og dregur teirra uppmerksemi burtur frá arbeiðinum. Hetta er ikki nakað nýtt, men nú skal nakað gerast við trupulleikan, heldur landsstýrismaðurin, sum tó ásannar at fleiri skúlar longu hava gjørt nakað við trupulleikan.

- Nakrir skúlar hava ein politikk, meðan aðrir ikki hava, og eg haldi at tað er greiðari fyri allar partar, um vit hava eitt javnt støði, har skúlarnir hava nakrar reglur, sum tey kenna seg hava eigaraskap av í teimum lokalu umhvørvunum, tí tað er ymiskt, hvussu hetta øki verður handfarið.

Katrin Dagbjartsdóttir er lærari í Skúlanum á Fløtum, og hon heldur tað vera gleðiboð, sum nú koma frá landsstýrismanninum.

- Tað er ómetaliga gott fyri okkum at fáa nakrar felags reglur, so bæði lærarar, foreldur og børn vita, hvat tað snýr seg um.

Hon greiðir víðari frá, at trupulleikin sæst aftur á fleiri økjum; millum annað tá tað snýr seg um hugsavnan hjá næmingunum.

- Tað er ein álvarsamur trupulleiki, tí hevur tú telefonina í lummanum og hon vibrerar, so vita vit hvar hondin fer. Hetta er tað sama við okkum vaksnu. Vit mugu hyggja at okkum sjálvum, og eg má siga, at trupulleikin ikki byrjar, tá tey koma í skúla. Hann byrjar nærum, tá børnini eru fødd, og tí mugu vit hava foreldrini við. Tey mugu skilja, hvussu veldigur trupulleikin er, sigur Katrin.

1666109

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604