Søkja eftir presti til Norðoya vestara prestagjald

Søkja eftir presti til Norðoya vestara prestagjald
Starvið er leyst, nú Hanus á Gørðum er vorðin prestur á Landssjúkrahúsinum og í varðhaldinum
Hanus á Gørðum, sum hevur verið sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, hevur fingið annað starv.
 
10.04.2024 - 08:41

Søkt verður nú eftir sóknarpresti til Norðoya vestara prestagjald. 

Hanus á Gørðum, sum er prestur í Norðoya vestara prestagjaldi, er vorðin prestur á Landssjúkrahúsinum og í varðhaldinum.

Embætið verður ætlandi sett 1. juni 2024 ella so skjótt til ber.

 

Tveir sóknarprestar

Í prestagjaldinum eru tveir sóknarprestar. Haraftrat samstarva allir tríggir sóknarprestarnir í Norðoyggjum í einum toymi.

Kirkjusóknirnar eru Mikladalur, Húsar, Kunoy, Árnafjørður og Christianskirkjan.

Prestagarðurin er á Brekku í Klaksvík.

Umsóknarfreistin er til 8. juni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334