Steypakappingin í fótbólti: Finalistarnir bresta saman í fjórðingsfinaluni

Steypakappingin í fótbólti: Finalistarnir bresta saman í fjórðingsfinaluni
Finalistarnir frá í fjør, NSÍ og KÍ, bresta saman í fjórðingsfinalunum í steypakappingini við kvinnum. Lutakastið var í gjárkvøldið
NSÍ vann steypakappingina í fjør við 2-1 sigri á KÍ eftir longda leiktíð
Mynd: FSF  
 
18.04.2024 - 09:31

Í fjør vann NSÍ á KÍ í finaluni í steypakappingini við kvinnum. Soleiðis verður ikki í ár, tí tey bæði liðini skulu spæla ímóti hvørjum øðrum longu í fjórðingsfinaluni hesa ferð.

Tað er greitt eftir lutakastið í gjár.

Víkingur og AB skulu spæla í 1. umfari um pláss í fjórðingsfinalunum. Annars háttaði lutakastið seg soleiðis:

 

1. umfar (mikudagin 8. mai)
AB – Víkingur 
 

Fjóðingsfinalurnar (mikudagin 12. juni)
HB – Skála
AB ella Víkingur – FC Hoyvík
NSÍ – KÍ
B36 – TB/FCS/Royn

 

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar ávikavist 27. august og 25. september, meðan finalan verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.

 

KÍ vendi øllum síðstu løtuna

Landskappingardysturin ímillum kvinnurnar hjá NSÍ og KÍ var karmur um lutakastið í gjár.

Sara Samson Lamhauge legði NSÍ framum fyri steðgin, og leingi sá út til, at runavíkingar fóru at fáa øll stigini, men KÍ vendi øllum síðstu 10 minuttirnar.

Durita Hummeland javnaði, tá 82 minuttir vóru spældir, og hon var aftur upp á spæl fimm minuttir seinni, tá hon skoraði til 2-1.

Síðan skeyt Sólja Ernstsdóttir sítt fyrsta mál fyri KÍ, áðrenn Tórun Højgaard Joensen skoraði til 4-1 fýra minuttir inni í yvirtíðini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025