Nýggi stjórin skal hava gott politiskt tev

Nýggi stjórin skal hava gott politiskt tev
Nú er søkt eftir stjóra til Landsverk
Kavarudding er ein av nógvu uppgávunum hjá Landsverki.
 
15.05.2024 - 06:45

Nú er søkt eftir stjóra til Landsverk.

Gott politiskt tev og at geva landsstýrinum góða, framskygda og álítandi ráðgeving er eitt førleikakrav.

Fimm deildir eru í Landsverki og 140 starvsfólk.

Landsverk umsitur yvir 80 verkætlanir í senn, skal røkja yvir 200 bygningar hjá landinum, 260.000 fermetrar, 500 kilometrar av landsvegi, brúgvum og tunlum og haraftat tyrlupallar, vitar og landshavnir.

Starvið er áramálssett í fimm ár við møguleika at leingja setanina í trý ár. 

Umsóknarfreistin er 4. juni. 

Stjórastørv leys síðani í februar 

Sigurd Lamhauge segði stjórastarvið á Landsverki frá sær 21. februar.

Orsøkin var, segði hann, misálit frá Dennisi Holm, landsstýrismanni, tí landsstýrismaðurin vildi ikki taka við ráðum frá Landsverki. 

Marjun Weihe Thomassen, fíggjarleiðari á Landsverki, er virkandi stjóri á Landsverki.

Eitt annað alment stjórastarv hevur verið leyst leingi.

Stýrið fyri Bústaðir hevur enn ikki lýst eftir stjóra, eftir at stýrið koyrdi Andras Róin til hús 13. februar. 

Virkand stjóri hjá Bústøðum er Hjørdis Gaard Lailudóttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363