Julian takkar fyri seg

Julian takkar fyri seg
Hjálparvenjarin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, Julian Johansen, er givin, og tí skal HSF finna nýggjan hjálparvenjara
Julian Johansen hvur takkað fyri seg sum hjálparvenjari hjá føroysku hondbóltsmonnunum
Mynd: savnsmynd  
 
23.05.2024 - 16:10

Bestu føroysku hondbóltsmenninir skulu hava nýggjan hjálparvenjara.

Julian Johansen, sum hevur røkt starvið farna árið, er givin, skrivar portal.fo.

34 ára gamli havnarmaðurin hevur tíðarkrevjandi starv og smábarnafamilju, og tí ynskti hann at verða loystur úr sáttmálanum eftir playoff-dystirnar ímóti Norðurmakedónia fyrr í mai.

Sambært portal.fo, leitar Hondbóltssamband Føroya eftir skikkaðum avloysara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120