Sólfríð og Spírar fingu ársins herðaklapp

Sólfríð og Spírar fingu ársins herðaklapp
Kristiliga Lurtara- og Hyggjarafelagið gav ársins herðaklapp til Sólfríð Mariu í Rók og Spírar, sum er ein digitalur sunnudagsskúli
 
24.05.2024 - 10:57

Á hvørjum ári gevur Kristiliga Lurtara- og Hyggjarafelagið eitt herðaklapp til ein persón, sum hevur virkað fyri góðum og sømiligum sendingum.

Ársins herðaklapp fekk Sólfríð Maria í Rók fyri hennara arbeiði við at gera Spírar, sum er ein digitalur sunnudagsskúli.

Í grundgevingini stendur m.a.: "Sólfríð hevur gjørt og ger eitt megnar arbeiði við digitalum sunnudagsskúla, sum kallast Spírar. Her liggur nógv orka, hugskot og arbeiði, sum Sólfríð stendur aftanfyri og ger stóran part av sjálv. Hetta er ein so góður og inspirerandi sunnudagsskúli, sum øll børn í landinum og uttanlands hava møguleika at síggja og hoyra. Fantastiskt arbeiði. Hon hevur veruliga uppiborið ársins herðaklapp."

Tað var í 2016, at Sólfríð Maria og Rógvi Brekku Dam fingu eitt hugskot, at skapa føroysk tilfar til børn, sum skuldi vera uppbyggjandi, mennandi og við einum góðum boðskapi. Lært verður úr bíbliuni við góðum hugflogi.

Í 2018 komu fyrstu partarnir av Spírum út, og restin í 2019. Nógv av arbeiðinum er sjálvboðið, men nú hevur Bíbliufelagið yvirtikið Spírar við tí fyri eyga at finna fíggingina.

Ætlanir eru um at gera fleiri røðir av Spírum tey næstu árini.

Til ber at lesa meira um Spírar á spirar.fo, har tað eisini ber til at stuðla endamálinum. Sendingarnar kunnu síggjast á youtube her.

Morgunsendingin hitti Sólfríð Mariu í Rók og Una Næs. Samrøðan kann hoyrast niðanfyri:

1674855

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523

Meira um sama evni