Svenskir býir teir vandamiklastu

Svenskir býir teir vandamiklastu
Tríggir svenskir býir eru á einum yvirliti yvir vandamiklastu býir í heiminum og eru eisini teir vandamiklastu í Norðurlondum, skrivar svenska TT-tíðindastovan.
Malmö er vandamiklasti býur í Norðurlondum
Mynd: Johan Nilsson/TT  
 
26.05.2024 - 18:29

Býirnir verða mettir eftir, hvussu stórur vandi er fyri, at íbúgvarnir eru fyri brotsgerðum og harðskapi.

Ovastur á listanum er Caracas, høvuðsstaðurin í Venezuela, og síðan koma tríggir suðurafrikanskir býir - Pretoria, Durban og Johannesburg - og á fimta plássi er Port Moresby í Papua Nýguinea.

Malmö tann ringasti
Merkisvert er tó, at tríggir svenskir býir eru við í yvirlitinum: Malmö væl fremstur sum nummar 76, Göteborg sum nummar 154 og Stockholm sum nummar 157.

Av øðrum vandamiklum norðurlendskum býum kunnu nevnast norsku Kristiansand og Oslo, sum ávikavist eru nummar 166 og 244.

Danski Kjøpinhavn er nummar 297, finski Helsinki nummar 305 og íslendski Reykjavík nummar 308.

Vandamiklasti býur í Europa er franski Marseille, sum er nummar 40, beint framman fyri ensku Coventry og Birmingham.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820