Ukraina-stuðul vunnið valið í Lettlandi

Ukraina-stuðul vunnið valið í Lettlandi
Andris Kulbergs, sum stuðlar Ukraina og er sera atfinningarsamur móti Russlandi, hevur vunnið stórsigur á lettlendska tjóðartingsvalinum
Andris Kulbergs fegnast um at hava vunnið stórsigur á lettlendska tjóðartingsvalinum í gjár
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.10.2026 - 11:51

Sitandi forsætisráðharrin í Lettlandi, Andris Kulbergs, stendur til at vinna tjóðartingsvalið, sum var í landinum í gjár.

Tá 88 prosent av atkvøðunum vóru tald upp, stóð flokkurin hjá honum, Sameindur listi, til at fáa 36 prosent av atkvøðunum. Næstur honum kom flokkurin Lettland fyrst, sum stóð til at fáa 13,3 prosent.

Tað varð væntað, at Kulbergs fór at vinna valið, men ikki, at talan fór at verða um stórsigur, soleiðis sum alt nú bendir á.

Vinnulívsmaðurin Andris Kulbergs er rættiliga nýggjur í lettlendskum politikki. Hann kom á ting fyrstu ferð í 2022, og tá stjórnin í mai mánaði misti sín meiriluta í tinginum og táverandi forsætisráðharrin Evika Silina legði frá sær, tók Andris Kulbergs við sum stjórnarleiðari.

Valúrslitið er góð tíðindi fyri Ukraina og NATO. Andris Kulbergs er sera atfinningarsamur móti Russlandi og vesturlendskt sinnaður, eins og hann er dyggur stuðul hjá Ukraina. Hann boðaði eisini frá áðrenn valið, at hann ikki er áhugaður í at samstarva við pro-russiskar flokkar í eini komandi stjórn.

Stúrt varð fyri, at Russland fór at royna at ávirka og sabotera valið í Lettlandi, men hóast onkrar fráboðanir hava verið um okkurt óreglusemi, hevur tað als ikki verið so víttfevnandi, sum stúrt varð fyri undan valinum.

100 tingsessir eru í lettlendska tjóðartinginum Saeima.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329