Tók ikki við dóminum um neyðtøku

Tók ikki við dóminum um neyðtøku
Dømdi maðurin hevur 14 dagar til at umhugsa, um hann skal fara í Landsrættin við málinum
Maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani 11. mars, og har er hann enn. (Savnsmynd)
 
29.05.2024 - 08:43

Maðurin, sum í gjár fekk 18 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri neyðtøku, tók ikki við dóminum.

Hann hevur 14 dagar til at umhugsa, um hann skal fara í Landsrættin við málinum.

Maðurin er dømdur at rinda kvinnuni, hann er dømdur fyri at gera seg inná, góðar 21.000 kr. í endurgjaldi.

Hann er vístur úr Føroyum og kann ikki koma aftur higar í tíggju ár.

Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 11. mars. Og har er hann enn.

Hann noktar seg sekan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974