- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størri skattainntøkur, men minni skattatrýst

Skattainntøkurnar vaksa, men skattatrýstið minkar í Føroyum.
Skattur og sosial gjøld góvu 12,1 milliard krónur í 2025, 414,5 milliónir, ella 3,5 prosent, meira enn í 2024.
Skattatrýstið var 41,2 prosent í 2025, 0,8 prosentstig minni enn í 2024.
Skattatrýstið eru skattir og avgjøld í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni.
Vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum var 5,6 prosent, sum er meira enn vøksturin í skattainntøkunum.
Tí minkaði skattatrýstið.
Skrásetingargjaldið á elbilar er hækkað.
Størri skrásetingargjald á elbilar
Ein skattainntøka, sum hevur verið minkandi hvørt ár síðan 2019, vaks 82,5 prosent í 2025.
Tað er skrásetingargjald fyri motorakfør.
Tað vaks so nógv, tí størri skrásetingargjald var lagt á elbilar.
Eisini vaks inntøkan frá brennioljugjaldi nógv, tí avgjaldið hækkaði fyrst í árinum.
Hóast stóran vøkstur í inntøkunum frá nøkrum avgjøldum, minkaðu heildarinntøkurnar frá avgjøldum, tí tey stóru avgjøldini, so sum meirvirðisgjald og tøkugjald á alivinnu, minkaðu, skrivar Hagstovan.



























