FarCargo lendi í Vágum við 30 tonsum av feskum mati

FarCargo lendi í Vágum við 30 tonsum av feskum mati
Eftir verkfall í fýra vikur og tómar handilshillar bílegði Keypssamtøkan eitt heilt flogfar við feskum vørum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.06.2024 - 19:25

Stutt fyri klokkan seks í kvøld lendi farmaflogfarið hjá FarCargo í Vágum, fullfermt við feskum mati til Føroya Keypssamtøku. Sambært FK er talan um frukt, grønmeti, ost og annan viðskera til allar FK-handlarnar. 

-Hetta er ein serstøða, nú verkfall hevur verið í longri tíð. Men hetta prógvar, at tað ber til, sigur Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo. 

Fraktflogfarið hjá FarCargo var fyrst og fremst keypt til at flyta feskan laks hjá Bakkafrosti úr Føroyum, men felagið hevur alla tíðina sagt, at málið eisini er at flyta vørur loftvegis til Føroya. 

-Enn er hetta nýtt, men vit síggja stórt potentiali í at flyta vørur til Føroya við flogfari, og áhugin tykist eisini fyri tí, sigur Birgir Nielsen, nú fyrsta flogfar við vøru til Føroya hevur sett seg í Vágum. 

Hoyr samrøðu við Birgir Nielsen:

 

FarCargo_-_JBH

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162