Skúlabørn á Tvøroyri fáa ikki snildfon, fyrr enn tey eru 15 ár

Skúlabørn á Tvøroyri fáa ikki snildfon, fyrr enn tey eru 15 ár
Foreldrini hava gjørt sáttmála sínámillum, og næmingaráðið tekur undir við ætlanini
Foreldur eru samd um, at skúlabørn á Tvøroyri fáa ikki snildfon, fyrr enn tey eru fylt 15 ár. (Savnsmynd)
 
02.10.2026 - 12:20

Skúlastýrið í Tvøroyrar skúla hevur tikið stig til at gera ein sáttmála millum foreldur, har tey skriva undir, at børnini ikki skulu fáa snildfon, fyrr enn tey fylla 15 ár. 

Undirtøkan var stór, tá sáttmálin varð undirskrivaður við skúlabyrjan í ár, sigur Annika Jónsveinsdóttir Nolsøe, forkvinna í skúlastýrinum í Tvøroyrar skúla.

Skúlastýrið skrivar á heimasíðuni hjá Tvøroyrar skúla, at friðurin er undir trýsti. At hvørt mansbarn skal ganga við allari verðini í lummanum, hóttir tryggu, føroysku barnaverðina. Børn eru ikki búgvin at handfara hetta, og støðugt fleiri trívast illa og kenna seg máttleys, sigur skúlastýrið.


Annika Jónsveinsdóttir Nolsøe, forkvinna í skúlastýrinum í Tvøroyrar skúla, og  formaðurin í næmingaráðnum í Tvøroyrar skúla, Óðin Hammerfoss, vóru í sendingini Radio SALT mikukvøldið. 

 

Sambært forkvinnuni í skúlastýrinum er størsta avbjóðingin at fáa foreldrini at sløkkja sínar snildfonir. 

Nýggi formaðurin í næmingaráðnum í Tvøroyrar skúla, Óðin Hammerfoss, tekur undir við ætlanini. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02102026_Telefonir_a_Tvoroyri

 

Øll samrøðan, sum var í Radio SALT, kann hoyrast HER:

Snildtelefonfritt_samfelag

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595