Treytaðan dóm fyri harðskap og vístur av landinum

Treytaðan dóm fyri harðskap og vístur av landinum
Dømdi maðurin hevur ikki loyvi at koma higar í fimm ár
Maðurin, sum er dømdur fyri at fremja harðskapin, játtaði seg sekan, sigur politiið. (Savnsmynd)
 
10.06.2024 - 08:29

Ein maður var í Føroya rætti í gjár dømdur 60 daga treytaða fongsulsrevsing fyri grovan harðskap.

Maðurin, sum er útlendingur, var eisini vístur av landinum. Hann hevur ikki loyvi at koma higar í fimm ár.

Maðurin verður sendur av landinum í dag.

 

Grovur harðskapur

Hendingin, sum maðurin er dømdur fyri, var í einum húsum í Havn leygarkvøldið.

Maðurin er dømdur fyri grovan harðskap móti einum øðrum útlendingi. Hann fór á Landssjúkrahúsið.

Maðurin, sum er dømdur fyri at fremja harðskapin, játtaði seg sekan, sigur politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Kappróður: Eystanstevna í Runavík
209673
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587