Byggisamtyktin broytt til frama fyri elbilar

Byggisamtyktin broytt til frama fyri elbilar
Almenna byggisamtyktin skal broytast, so krøvini um løðingarstøðir til elbilar vera herd, hevur Tórshavnar býráð samtykt
Krøvini vera herd til løðingarstøðir á stórum parkeringsplássum.
 
12.06.2024 - 06:17

Almenna byggisamtyktin skal broytast, so krøvini um løðingarstøðir til elbilar vera herd, hevur Tórshavnar býráð samtykt.

Uppskotið um broytingina liggur alment frammi til 18. juli, so fólk kunnu koma við mótmælum ella broytingaruppskotum.

Longu í 2021 heitti Elbilafelagið á allar kommunur um at fáa áseting í byggisamtyktirnar, um at krevja løðingarstøðir, tá bygt verður.

Uppskotið um broyttu byggisamtyktina, sum býráðið í Havn einmælt hevur samtykt, krevur fleiri løðingarstøðir á bilplássum við íbúðarbygningar. 

Eisini er krav um løðingarstøðir á øðrum stórum bilplássum.

Tær skulu koma í sambandi við nýbygging ella umvæling.

Krøvini eru tey somu sum í Danmark.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424