Útbyggja svimjihøll og gera fimleikarahøll

Útbyggja svimjihøll og gera fimleikarahøll
Svimjihøllin í Klaksvík skal útbyggjast, so til ber at leingja nakrar geilar til 50 metrar hyl. Ein fimleikarahøll skal eftir ætlan eisini gerast. Alt fer at kosta 90 mió
Svimjihøllin í Klaksvík skal útbyggjast. Ætlanin er eisini at gera eina fimleikarahøll.
 
30.11.2024 - 14:10

- Hyljarnir skulu bert brúkast til venjingar hjá svimjifelagnum, Ægir, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. 

Ætlanin er ikki at hava ein hyl at hava kappingar í, men bara ein til venjing.

Ein fimleikarahøll skal eisini byggjast á sama øki. 

Ætlanin er at byggja saman, so at til ber at nýta nøkur felags høli.

Klaksvíkar kommuna setur 1 millión krónur av í 2025 til svimji- og fimleikarhøll. Tilsamans fer alt at kosta 90 milliónir.

 

karl_klax_1800

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334