Jarðfeingi fer nú at kanna omanlopið í Skúgvoy

Jarðfeingi fer nú at kanna omanlopið í Skúgvoy
Stórt omanlop var í oynni 1. apríl, men síðani hava skúvoyingar staðfest, at meira er lopið
Stórt omanlop var í Skúgvoy 1. apríl, men meira er lopið síðani.
 
25.06.2024 - 10:31

Jarðfeingi fer í vikuni at hyggja at økinum, har omanlop var vestantil í Skúgvoy 1. apríl.

Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi, sigur, at har er framvegis ein riva, sum má kannast.

Á ferðini verður kannað, um tað eru øki, sum kunnu vera vandamikil hjá fólki at ganga á.

 

Harry Jensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sambært Harry Jensen í Skúgvoy, duttu pelar niður, sum vóru settir upp einar 15 metrar frá eggini. Teir skuldu forða fyri, at fólk skulu fara út á eggina.

Harry Jensen greiðir frá, at tá tey vóru eftir havhestaeggum á einum øðrum staði 18. mai, sást, at eitt stórt omanlop hevur verið aftrat.

 

Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi. 

 

Fleiri lop kunnu væntast

Hetta er ikki óvanligt, sigur Lis Mortensen. 

- Tá so stórt øki er ávirkað, kunnu fleiri lop væntast. Tað kann ganga ein tíð, áðrenn alt leyst grót er dottið oman, sigur hon.

Tað er týdningarmikið at kanna, hvørjum standi rivan er í, og um fleiri rivur eru longri afturi í berginum. Rivurnar kunnu vera javnfjarar og vinkulrættar við bergið. 

Rivur í berginum kunnu vera vandamiklar, tí tær savna vatn. Og serliga um veturin kann frostið gera enn størri skaða.

- Tað ber illa til at steðga omanlopum, tí tey eru í brattlendi, sigur Lis Mortensen.

Enn er ógreitt, hvussu stórt alt økið er, sum er dottið niður, men omanlopið er rættiliga umfatandi.

Nú Jarðfeingi fer til Skúvoyar, er talan um eina støðumeting av økinum, sum skal staðfesta, hvørji inntriv skulu ella kunnu gerast, tá ið ræður um trygdina hjá fólki.

 

Sí innslag í Degi og viku 2. apríl:

 

240402_DV_SKUVOY

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609