Sirið Stenberg: Eiga at kanna møguleikan fyri býlisstuðli

Sirið Stenberg: Eiga at kanna møguleikan fyri býlisstuðli
Eisini hjá fólki undir Almannaverkinum hevur verið torført hjá fólki at taka av leigumálum í íbúðum hjá Bústøðum, tí tær eru so dýrar
Sum er, verður fimta hvør íbúð, sum Bústaðir byggja, sett av til Almannaverkið. Eisini her á Berjabrekku í Havn.
 
25.06.2024 - 13:27

Ein býlisstuðul kundi verið ein máti at gera tað lættari hjá borgarum undir Almannaverkinum at fáa ráð til leiguíbúðirnar hjá Bústøðum, sum Almannaverkið bjóðar út. 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í almannamálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tað gekk striltið hjá Almannaverkinum at fáa fólk at taka av íbúðunum, sum Bústaðir hava bygt í Berjabrekku í Havn, tí tær eru ov dýrar at leiga hjá teimum, sum eru undir Almannaverkinum. 

Sirið Stenberg sigur, at hóast býlisstuðul verður ein møguleiki, er málið ikki so einfalt at loysa.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25062024_Sirid_um_bylisstudul

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598