Vænta at sleppa at útflyta fisk til Brasil í heyst

Vænta at sleppa at útflyta fisk til Brasil í heyst
Umboð fyri brasilska matvørumyndugleikan hava verið í Føroyum seinastu dagarnar
Umboð fyri MAPA avmyndað á vestaru bryggju í Havn í gjár.
 
26.06.2024 - 08:42

Umboð fyri brasilska matvørumyndugleikan MAPA hava verið í Føroyum síðani 17. juni í sambandi við, at Heilsufrøðiliga starvsstovan verður góðkend sum myndugleiki til útflutning av fiskavørum til Brasil.

Føroyska starvsstovan hevur greitt frá eftirlitsarbeiði, lóggávu og øðrum viðkomandi viðurskiftum.

 

Bárður Enni er stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. 

 

Um tveir mánaðir verður endaliga frágreiðingin og niðurstøða frá brasilianska matvørumyndugleikanum, MAPA, send Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Og gongst sum ætlað, sleppa føroyingar at útflyta fiskavørur til Brasil einaferð í heyst.

Hoyr samrøðu við Bárð Enni, stjóra  á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, í útvarpstíðindunum: 

 

26062024_MAPA_og_HFS


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890