74 Rynkeby-súkklarar úr Føroyum

74 Rynkeby-súkklarar úr Føroyum
Súkklað verður úr Danmark til París frá 29. juni til 6. juli
Hetta er 11. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til París. 
Mynd: Team Rynkeby Føroyar  
 
27.06.2024 - 14:09

Í dag súkklar Team Rynkeby seinasta túrin í Føroyum, áðrenn farið verður av landinum við Norrønu í nátt.

Tey skulu súkkla úr Danmark til París frá 29. juni til 6. juli.

Ferðin byrjaði fyrrapartin í Klaksvík kl.10.30 og endar í Havn kl.19.20. 

Steðgað verður í nøkrum støðum í Eysturoynni og Streymoynni á leiðini.

 

74 súkklarar

Á facebooksíðuni hjá Team Rynkeby Føroyar stendur, at í ár eru 74 súkklarar og 21 hjálparfólk við á Team Rynkeby. Tilsamans 95 fólk.

Talan er um trý lið. Tey eru Team Rynkeby Føroyar, Team Rynkeby Sornfelli, og eitt altjóða lið, sum byrjar túrin í Barcelona.

Hetta er 11. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til París. 

Í fjør gav súkklingin hjá Team Rynkeby Føroyar eina millión og 715.000 krónur, og er tað mesta, sum Team Rynkeby Føroyar hevur savnað.

Endamálið er at vekja áhuga og stuðla børnum, ið eru rakt av krabbameini og øðrum álvarsligum sjúkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV