Frakland: Vinstrivongurin vil hava forsætisráðharran

Frakland: Vinstrivongurin vil hava forsætisráðharran
Formaðurin í sosialistaflokkinum, sum er partur av fylkingini á vinstraveinginum, sigur, at avgerðin má takast sum skjótast
Olivier Faure er formaður í franska sosialistaflokkinum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.07.2024 - 15:29

Formaðurin fyri sosialistaflokkin í Fraklandi, Olivier Faure, lovar, at vinstrasamgongan, Fólkafylkingin, í vikuni kemur við uppskoti um, hvør skal vera forsætisráðharri eftir seinna umfar av tjóðartingsvalinum í gjár.

Sosialistaflokkurin er ein av flokkunum í nýggju Fólkafylkingini NFP, sum er vinstrasamgongan, ið fekk størstu undirtøku á valinum í gjár.

Olivier Faure sigur, at nýggi forsætisráðharrin má koma úr vinstraveinginum, skrivaði Franceinfo í morgun. 

Hann sigur eisini, at avgerðin má takast sum skjótast, og at viðkomandi má duga at skapa samskifti við 'tey, sum eru uttanfyri.'

Hóast vinstrivongurin hevur tryggjað sær flestar sessir í tinginum, hevur hann ikki avgjørdan meiriluta. 

Vinstrivongurin er mannaður við fimm flokkum, m.a. Ókúgandi Frakland, sum er uttast á vinstraveingi, og Teimum grønu. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Hondbóltur: Undansending
203111
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840