Finskir marknavørðar kunnu senda flóttafólk heimaftur

Finskir marknavørðar kunnu senda flóttafólk heimaftur
Síðani markið millum Finnland og Russland var stongt, hava eingi russisk flóttafólk biðið um friðskjól í Finnlandi
Finnland stongdi markið millum Finnland og Russland fyrr í ár. (Savnsmynd: AFP/Euronews)
 
12.07.2024 - 14:50

Finski ríkisdagurin hevur í dag samtykt eina nýggja lóg, sum gevur marknavørðum loyvi til at senda flóttafólk, sum biðja um friðskjól, heimaftur.

Tað skrivar norska kringvarpið NRK.

Hetta hendir, eftir at nógv flóttafólk seinasta árið eru komin úr Russlandi til finska markið, har tey biðja um friðskjól. Finskir myndugleikar halda, at Russland ger hetta við vilja, sum eitt aftursvar til, at Finnland er vorðið limur í NATO.

Tey mongu flóttafólkini úr Russlandi høvdu við sær, at Finnland stongdi markið til Russlands, og síðan mars mánaði hava eingi russisk flóttafólk biðið um friðskjól í Finnlandi.

 

Finski ríkisdagurin. (Savnsmynd)

 

Undantakslóg

Nýggja lógin, sum hevur fingið heitið "avvísingarlógin", verður roknað sum ein sonevnd undantakslóg, og gevur marknavørðum heimild til at fremja tíðaravmarkað brot á grundlógina, sum tað verður sagt.

Møguleikin at biðja um friðskjól er annars ein grundleggjandi rættur í finskari lóg eins væl og í ES-lóg. Løgfrøðingar hava sagt, at ES kann stevna Finnlandi fyri brot á fólkarættin, nú hendan nýggja lógin er komin í gildi.

Lógin var samtykt í ríkisdegnum við 167 atkvøðum fyri og 31 ímóti, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221