Valið í Svøríki: Uppteljingin verður liðug hósdagin

Valið í Svøríki: Uppteljingin verður liðug hósdagin
Talan er um brævatkvøðurnar og atkvøðurnar frá svium, sum vóru staddir uttanlands valdagin
Einar 300.000 atkvøður á valinum í Svøríki sunnudagin eru eftir at telja.
Mynd: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix  
 
15.09.2026 - 14:21

Uppteljingin av atkvøðum á valinum til svenska Ríksdagin verður ikki liðug og úrslitið tí ikki greitt, fyrr enn hósdagin.

Tí boðar svenski valmyndugleikin frá.

Talan er um brævatkvøðurnar og atkvøðurnar frá svium, sum vóru staddir úti í heimi valdagin, sum ikki allar eru latnar valmyndugleikanum enn.

 

300.000 atkvøður

- Vit vænta fleiri atkvøður í ár enn á undanfarnum valum. Vit vita ikki frammanundan, hvussu nógvar atkvøður verða, men meta, at tað verða um 300.000 atkvøður á hesum valinum, sigur Anna Nyqvist, leiðari fyri svenska valmyndugleikan, í tíðindaskrivi.

Hetta merkir, sambært Nyqvist, at endaliga uppteljingin í nógvum kommunum fer at taka longri tíð, enn upprunaliga væntað, og at fyribils valúrslitið ikki kann kunngerast fyri Ríkisdegnum fyrr enn hósdagin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820